Íslendingar í tvíningum um nýggja stjórnarskipan

bannari
23.10.2012 - 15:38
Lívsstílur
Íslendingar í tvíningum um nýggja stjórnarskipan
Stjórnmálafrøðingurin Jóanes N. Dalsgaard viðmerkir vegleiðandi fólkaatkvøðuna, ið verður eitt grundarlag undir fólkaatkvøðuni um nýggja grundlóg.

Íslendingar vildu broyta fimm av seks viðurskiftum, sum fólkaatkvøðan leygardagin legði upp til. Í alt tóku á leið tveir triðingar av teimum, sum luttóku á fólkaatkvøðuni undir við uppskotunum. Sambært Morgunblaðnum tóku 66 prosent undir við at stjórnarskipanaruppskoti verður grundarlag undir komandi lógaruppskoti um nýggja stjórnaskipan - nýggja stjórnarskipanin kemur helst til atkvøðugreiðslu komandi vár, tá Altingsvalið verður. 81 prosent tóku undir við, at náttúrtilfeingi, sum ikki longur er privat ogn, verður lýst sum tjóðarogn 57,4 prosent góðtaka, at kirkjan framhaldandi skal verða tjóðarkirkja. Uppskotið var um at broyta hetta. 76,4 prosent vilja, at persónligt val verður galdandi - tað vil siga at fólk kunnu velja valevni beinleiðis og ikki sum nú, har flokkurin fyrst ger ein lista og eina raðfesting av valevnum, sum veljarar so kunnu atkvøða fyri. 56,2 prosent vilja, at atkvøður kring landið telja javnt. Sum nú er, telja atkvøður ymiskt í ymsum økjum 70,8 prosent taka undir við, at eitt ávíst lutfall av veljarum kunnu krevja at fáa eitt mál til fólkaatkvøðu. Vallutøøkan var størst í Reykjavíkar økinum, har hon var 51,4 prosnet og lægst á suðurlandinum, har hon var 43 prosent Sambært íslandska ríkisútvarpinum kann eitt uppskot um nýggja stjórnarskipan verða klárt longu um tvær vikur. Síðani verður aðalorðaskifti um uppskotið. Sambært Valgerður Bjarnadóttir, umsitingarleiðara í Altinginum, er sannlíkt, at fólkaatkvøða verður um nýggja stjórnaskipanaruppkskoti samstundis sum Altingsvalið verður í vár. Nýggja stjórnarskipanin kemur í staðn fyri tað gomlu, sum stavar
frá 1944.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602