- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Tað er vorðið munandi dýrari at seta matin á borðið.

Seinastu fimm árini eru prísirnir á mati og drykkjuvørum hækkaðir meira enn 30 prosent.

Hetta seinasta árið er mat- og drykkjuvørur vorðnar knapt eitt prosent dýrari, men kjøt er dýrkað nærum átta prosent.

Men hví er maturin so nógv dýrari?

Er tað fyrst og fremst kríggj, kreppur og príshækkingar uttanlands, sum er orsøkin?

Ella er eisini okkurt við føroyska matvørumarknaðinum og kappingini, sum eisini trýstir prísirnar uppeftir?

Matvøruprísir er evnið í Breddanum í dag.

Gestir: Heri Joensen, hagfrøðingur á Hagstovuni, og Bjarni Dal-Christiansen, fulltrúi í Kappingareftirlitinum.

Gjørt sendingina hava: Birita Matras Petersen og Sigurjón Einarsson, sum eisini er redaktørur.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.