Øll pensjónsskipanin eigur at fara til hoyringar

bannari
21.01.2013 - 09:34
InnlendisPolitikkur
Øll pensjónsskipanin eigur at fara til hoyringar
Stóru andstøðuflokkarnir finnast at landsstýrinum, tí bert ein partur av pensjónsskipanini er send til hoyringar

Stóru andstøðuflokkarnir eru alt enn fegnir um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sent uppskotið um uppsparing til eftirløn til hoyringar, uttan at øll hini lógaruppskotini í pensjónsnýskipanini samstundis verða send til hoyringar.


Tað var eftir ein fund í politiska fylgibólkinum týsdagin, at Jørgen Niclasen avgjørdi at senda uppskotið um uppsparingarlógina til hoyringar, áðrenn tað fer í løgtingið.

Og uppskotið fer í tingið, hóast andstøðan er í móti bara at leggja hetta eina uppskotið fyri tingið og ikki allar eftirlønarlógirnar í einum. Endamálið við lógini
er at økja samansparingina til eftirløn, so tørvur ikki verður á fullari fólkapensjón.

Sambært uppskotinum skulu allir føroyingar á arbeiðsmarknaðinum spara upp í 15 prosent av lønini saman til egna eftirløn. Samansparingin verður sett í verk í stigum. Byrjað verður við einum prosenti í 2014, og síðani hækkar inngjaldið eitt prosentstig um árið, so tað verður 15 prosent í 2028.

Hoyr samrøðu við Rigmor Dam, sum sjálv onnur umboðar Javnaðarflokkin í fylgibólkinum:
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762