Sjónleikur skal fortelja okkara egnu søgur

16.04.2013 - 20:46
ListLeiklist
Sjónleikur skal fortelja okkara egnu søgur
Hetta sigur Olaf Johannesen. Eisini umrøða vit leikin Myrkursins born, og hitta heimskenda arkitektin Bjarke Ingels

Laura Joensen, sjónleikari og leikstjóri, Pætur Marjunarson Dahl, heimsspekingur, og Tóra Petersen, sálarfrøðingur, ummæla nýskrivaða leikin "Myrkursins børn" eftir Súsonnu Tórgarð.

Vit fáa seinra part av samrøðuni við Olaf Johannesen, sjónleikara, her Olaf eitt nú nemur við hvussu sjónleikur hevur tað í Føroyum í dag, eins og hvønn týdning eitt tjóðleikhús við øllum hentleikum fer at fáa fyri føroyska samfelagið.

Eisini hitta vit heimskenda danska arkitektin Bjarke Ingels, sum sigur okkum hvat hann hevur lagt dent á, tá hann teknaði Marknagilsdepilin. Í einari seinri In Mente sending fáa vit eina longri samrøðu við Bjarka Ingels.

Mikudagin 8. mai verður Norðurlandahúsið 30 ár, og hesaferð hoyra vit um nakrar minniligar løtur, fólk hava havt í Norðurlandahúsinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781