Umhugsa at steingja føðideild á Suðuroyar sjúkrahúsi

13.07.2013 - 20:45
Innlendis›Samfelag
Umhugsa at steingja føðideild á Suðuroyar sjúkrahúsi
Landslæknin hevur ampa av, at serfrøði ikki er á sjúkrahúsinum á Tvøroyri. Málið er nú á borðinum hjá landsstýrsmanninum

Av trygdarávum verður nú kannað, um best hevði verið at stongt føðideildina á Suðuroyar sjúkrahúsi, og heldur latið allar føðingar verið á Landssjúkrahúsinum í Havn.

 

Tað sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen.

 

Vantandi serfrøði á Suðuroyar sjúkrahúsi er serliga tað, sum landslæknin hevur ampa av.

 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum skal hoyra allar partar í málinum, millum annað sjúkrahúsleiðslu, læknar og ljósmøður, áðrenn hann tekur støðu til, hvørja lagnu føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsi fær.

 

Karsten Hansen leggur dent á, at skuldi tað hent, at allar kvinnur í Suðuroynni noyðast til Havnar at eiga, so hevur tað einki við sparingar at gera.

 

 

Hoyr samrøðubrot við landsstýrismannin í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751