Handilsforðingar um eina viku

24.07.2013 - 10:15
InnlendisPolitikkur
Handilsforðingar um eina viku
Um eina viku verður væntandi samtykt í Brússel at seta handilsforðingar í gildi móti Føroyum

Forðingar verða væntandi settar móti at selja sild og makrel úr Føroyum í ES, og at selja fiskiskip og útgerð til fiskiskip úr ES til Føroya. Og enn er framvegis einki frætt um, hvat landsstýrið ætlar at gera við tað.

 

Fyri tveimum vikum síðani, 10.juli, varð Fíggjarnevndin kallað saman í óðum verkum at geva løgmanni sjey milliónir krónur at stevna ES inn fyri ein altjóða gerðarrætt. Málið hevði stóran skund, tí stevningin skuldi av stað mánadagin 15.juli. Hon er ikki farin enn, sambært Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni.

 

Játtanin hevði so stóran týdning, at kravið um útreiðslu-nøvtralitet noyddist at víkja. Løgmaður varð ikki biðin at spara sjey milliónir aðra staðni í sínari játtan.

Eingin, hvørki politikarar ella embætisfólk, fáast at siga, hvussu Føroyar ætla at bera seg at móti hóttanini frá ES. Einari hóttan, sum kann gerast veruleiki um góðar tvær vikur.

 

Í fíggjarnevndarskjalinum, sum Fíggjarnevndin viðgjørdi mikumorgunin 10.juli, ásannar landsstýrið, at tað fer ikki at eydnast at fáa ES at taka aftur handilsforðingarnar móti Føroyum.
Tí bað løgmaður um sjey milliónir krónur at fáa ein altjóða gerðarrætt at avgera, um ES kann seta Føroyum handilsforðingar. Pengarnir skulu brúkast til uttanhýsis serfrøði. Og tann serfrøðin var longu funnin tá, 10.juli, talan er um avstralska professaran James Crawford.


Ein møguleiki er, at tey á Løgmansskrivstovuni bíða fyri at vita, um ES eisini fer at seta handilsforðingar móti bæði Føroyum og Íslandi viðvíkjandi makrelinum. Og so taka alt um eina leið tá, bæði sild og makrel.


Á tíðindafundi 16.juli segði Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, at meira verður at frætta um makrelin fyri summarfrítíðina. Og summarfrítíðin hjá ES byrjar 1.august:

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987