Løgmaður tekur støðu í næstu viku

bannari
29.08.2013 - 16:03
InnlendisPolitikkur
Løgmaður tekur støðu í næstu viku
Embætisfólk á Løgmansskrivstovuni meta nú um frágreiðingina, sum Kári P. Højgaard læt løgmanni í gjár
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fer nú at viðgera fragreiðingina frá Kára P. Højgaard saman við embætisfólkum á Løgmansskrivstovuni

Tað verður neyvan fyrr enn fyrst í næstu viku, at løgmaður fer at avgera, hvat skal henda við landsstýrismanninum í innlendismálum í sambandi við tunnilsmálið.

 


Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen nú seinnapartin.

 


Løgmaður bað í gjár Kára P Højgaard og Innlendismálaráðið um eina frágreiðing, eftir at Kringvarpið avdúkaði, at fleiri atfinningar og viðmerkingar hjá embætisfólkum í Innlendismálaráðnum eru hildnar aftur fyri løgtinginum, tá uppskotið um Eysturoyartunnilin varð latið tinginum.

 


Løgmaður fekk frágreiðingina frá landsstýrismanninum og Innlendismálaráðnum í gjár, og nú skulu embætisfólk á Løgmansskrivstovuni meta um hana.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044