Pantskipanin kemur næsta ár

Pantskipanin kemur næsta ár
IRF hevur biðið Umhvørvismálaráðið um at útseta lógina
IRF samskipar ætlanina at savna fløskur og íløt á einum stað, so fólk sleppa undan at fara í fleiri handlar at avreiða fløskur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.03.2025 - 13:07

Næsta vár fáa føroyingar høvi at lata fløskur og íløt inn á einnum stað. 

Eftir ætlan skuldi pantskipan setast í gildi 1. juni í ár, men hvørki bygningur ella telduskipanir verða klár. 

Tí hevur IRF biðið Umhvørvismálaráðið útseta dagin, tá lógin um pantskipan verður sett í gildi.

 

Sigurd Lamhauge.

 

Bygningurin liðugur 1. oktober

IRF samskipar ætlanina at savna fløskur og íløt á einum stað, so fólk sleppa undan at fara í fleiri handlar at avreiða fløskur.

Sigurd Lamhauge, stjóri, sigur, at bygningurin verður liðugur 1. oktober. Tá skulu skulu telduskipanir, sum skráseta íløt og krevja upp pant, setast upp og fáast at virka. 

Fyri at binda um heilan fingur, heldur IRF, at tað er best at bíða við at seta pantskipanina í verk til næsta ár.

Løgtingið samtykti lógina um pantskipan í fjør, men landstýrisfólkið ásetir í kunngerð, nær lógin verður sett í gildi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329