Løgmaður roynir at fáa meiriluta fyri báðum tunlum

bannari
01.09.2013 - 18:17
InnlendisPolitikkur
Løgmaður roynir at fáa meiriluta fyri báðum tunlum
Fleiri uppskot eru í løgtinginum um tunlar, men sum er, er ikki meiriluti fyri nøkrum av teimum, staðfestir løgmaður. Hann vónar at finna ein loysn, sum allir flokkar á tingi kunnu eiga part í
Løgmaður staðfestir, at eingin meiriluti er fyri mongu tunnilsuppskotunum, sum liggja í løgtinginum

Tunnilsmálið skal aftur á beint, og greiða skal fáast á, um meiriluti er í tinginum fyri at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

 


Tað verður dagsskráin fyri samgongufundin, sum Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur boðað til í morgin.

 


Fleiri uppskot eru í løgtinginum um tunlar, men sum er, er ikki meiriluti fyri nøkrum av teimum, staðfestir løgmaður. Hann vónar at finna ein loysn, sum allir flokkar á tingi kunnu eiga part í.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373