Leggja vísindaligu prógvini fram í dag

02.09.2013 - 08:42
Innlendis›Politikkur
Leggja vísindaligu prógvini fram í dag
Hóast ICES ikki enn hevur kunngjørt, hvussu nógva norðhavssild ráðiligt er at fiska næsta ár, ber væl til at tosa um býtið millum londini longu nú.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vónar, at Føroyar hesa ferð sleppa at leggja fram vísindaligu prógvini fyri, at Føroyar eiga rætt til størri kvotu, enn hini londini siga

Ídag hittast strandalondini í London at viðgera sildafiskiskapin næsta ár.

 


Jacob Vestergaard vónar, at Føroyar hesa ferð sleppa at leggja fram vísindaligu prógvini fyri, at Føroyar eiga rætt til størri kvotu, enn hini londini siga.

 


Fundurin í London í dag og í morgin er tann fyrsti hjá nýggja føroyska samráðingarleiðaranum og nýggja samráðingartoyminum, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setti herfyri. Herluf Sigvaldsson er samráðingarleiðari.

 


Fundur um sildina verður aftur 14. til 18.oktober, og tá liggur tilráðingin hjá ICES, altjóða havgranskingarstovninum, fyri 2014 á borðinum. Leygardagin og sunnudagin verður fundur í Reykjavík um makrel.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329