Annika noyðist at biðja um eykajáttan

11.09.2013 - 14:17
InnlendisPolitikkur
Annika noyðist at biðja um eykajáttan
Ráðførsluskjal um pening til røktarheimið í Vágum er ikki nóg mikið

Fíggjarnevndin segði nei, tá landsstýriskvinnan í almannamálum í gjár bað um hálva aðru millión til umvælingar á ellis- og røktarheiminum í Vágum. Umvælingar, sum skulu gerast alt fyri eitt.


Biðið varð um pengarnar við einum ráðsførðsluskjali. Og tað er ikki nóg gott, er Fíggjarnevndin samd um.Men lokið á pengakassanum er tó ikki neglt aftur.
 

Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at nevndin er sinnað at avgreiða eina eykajáttan skjótt, tí arbeiðið, sum pengarnir skulu brúkast til, er neyðugt.


Tað fer samanumtikið at kosta 33 mió. kr. at umvæla ellis- og røktarheimið í Vágum sambært Landsverki.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086