- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljósmøður ávara ímóti at flyta føðideildina
27.09.2013 - 11:14
Innlendis›Heilsa
Ljósmøður ávara ímóti at flyta føðideildina
Tað kann elva til strongd hjá barnakonum, siga ljósmøðurnar á Suðuroyar sjúkrahúsi í hoyringarsvari

Ljósmøðurnar í Suðuroy ávara ímóti at flyta føðideildina til Havnar.
Tað kann elva til strongd hjá barnakonunum, skriva ljósmøðurnar í hoyringssvari til uppskotið hjá landslæknanum um at niðurleggja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tá ið barnakonur koma til Havnar, hava tær møgleika at búgva á Herberginum á Eirargarði, sum er ætlað barnakonum, ið noyðast til Havnar 14 dagar, áðrenn tær eiga. Men Bjørg Rasmussen, sum noyddist til Havnar at eiga, heldur, at umstøðurnar á Herberginum eru so vánaligar, at har er ikki búgvandi.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














