Ógreitt um útlendingamál verða yvirtikin

07.10.2013 - 09:16
InnlendisPolitikkur
Ógreitt um útlendingamál verða yvirtikin
Orsøkin er, at Føroyar eru triðjaland, tá talan er um Schengen-samstarvið, sum londini í ES hava skipað
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, umsitur nú útlendingamál

Málsøkið útlendingamál varð ikki yvirtikið 1. august sum ætlanin var, og spurningurin er nú, nær málsøkið verður yvirtikið, ella um tað verður yvirtikið.
 

Orsøkin er, at Føroyar eru triðjaland, tá talan er um Schengen-samstarvið, sum londini í ES hava skipað. Schengen snýr seg um eftirlit á markinum.Og tað er danska løgreglan sum umsitur Schengen í útjaðaraøkjunum, Føroyum og Grønlandi.

Útlendingamál lógu í Innlendismálaráðnum, men tá Innlendismálaráðið varð tikið av, vórðu útlendingamál flutt til Vinnumálaráðið, sum frammanundan umsat arbeiðsmarknaðarmál.

Umhvørvisstovan umsitur m.a. útlendingamál. Ætlanin var at yvirtaka útlendingamál frá 1. august í 2013, og til tað fekk Umhvørvisstovan 800.000 kr. á fíggjarlógini fyri í ár.

Men av tí at útlendingamál ikki verða yvirtikin í ár, verður mælt til at flyta peningin frá Umhvørvisstovuni, og nýta tær 800.000 kr. til at fíggja annað endamál. Tað stendur í eykajáttanarlógini fyri september, sum løgtingið fer at viðgera í morgin.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590