Fýra vikur aftrat í varðhaldi

Fýra vikur aftrat í varðhaldi
Fólkini eru skuldsett fyri harðskap móti einum tríggjar mánaða gomlum barni
Báðir verjarnir kærdu úrskurðin hjá Føroya rætti til Landsrættin. (Savnsmynd)
 
06.12.2023 - 11:22

Ein maður og ein kvinna, sum eru skuldsett fyri harðskap móti einum barni, fingu í Føroya rætti í dag at vita, at tey skulu vera fýra vikur aftrat í varðhaldinum í Mjørkadali.

Føroya rættur gav ákæruvaldinum viðhald.

Men báðir verjarnir kærdu úrskurðin hjá Føroya rætti til Landsrættin.

Fólkini eru skuldsett fyri harðskap móti einum tríggjar mánaða gomlum barni.

Tey eru skuldsett eftir grein 246 í revsilógini, sum er um grovasta harðskapin.

Tann greinin sigur, at hevur harðskapurin við sær annans deyð, ella er hann aðramáta so grovur, ella hevur so álvarsaman skaða við sær, at talan er um serliga skerpandi umstøður, kann revsingin vera fongsul upp í 10 ár.

Málið er higartil viðgjørt fyri afturlatnum durum, so lítið fæst at vita um tað.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928