- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helst eingin eykaskattur á vinnuna
07.10.2013 - 10:19
Innlendis›Politikkur
Helst eingin eykaskattur á vinnuna
Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at ein arbeiðsbólkur arbeiðir við málinum

Ætlanin hjá landsstýrinum at hækka eykaskattin, sum ali- og fiskivinnufyritøkur, skulu rinda, verður kanska av ongum. Tað ger Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini, greitt á portal.fo.
Landsstýrið hevur skotið upp, at hesar fyritøkur, ið vinna oman fyri milliónina, skulu rinda sjey prosent í eykaskatti.
Fíggjarnevndarformaðurin vísir á, at ein arbeiðsbólkur í løtuni situr við málinum, og hann er ikki liðugur enn.
Bólkurin arbeiðir, sambært portalinum, við at gera ein nýggja skipan um brúksgjald fyri firðirnar - í staðin fyri at leggja eykaskatt á vinningin.
Somu hugsan hevur tingkvinnan, Bjørt Samuelsen.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















