Málið um deyðseyð í Oyndarfirði kemur nú fyri rættin

Málið um deyðseyð í Oyndarfirði kemur nú fyri rættin
Ein festari er ákærdur fyri at bróta lógina um djóravælferð
Festarin er ákærdur fyri ikki at avlíva sjúkan og skaddan seyð, fyri ikki at vaksinera seyð og viðgera hann, tá hann var sjúkur, og fyri ikki at beina burtur deyðan seyð.
 
18.02.2026 - 08:29

Nógv umrødda málið um deyðseyð í Oyndarfirði á vári 2023 verður viðgjørt í Føroya rætti í morgin.

Ein festari er ákærdur fyri at bróta lógina um djóravælferð.

Hann er ákærdur fyri ikki at avlíva sjúkan og skaddan seyð, fyri ikki at vaksinera seyð og viðgera hann, tá hann var sjúkur, og fyri ikki at beina burtur deyðan seyð.

Tað fekk hann annars boð um frá Heilsufrøðiligu starvsstovu eftir eina eftirlitsvitjan á sumri í 2020.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fekk í apríl 2023 fráboðan um deyðan seyð á einum festi í Oyndafirði.

Tað staðfesti hon við eftirliti 14. og 19. apríl í 2023.

Heilsufrøðiliga starvsstovan sendi fútanum málið.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329