Fíggjarnevndin hevur játtað fýra milliónir til nýggjan kupil

Fíggjarnevndin hevur játtað fýra milliónir til nýggjan kupil
Málið hevði skund, og ein samd fíggjarnevnd tók undir við tí
Landsverk metir, at kupilin er í so ringum standi, at hann má skiftast.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.03.2026 - 08:49

Fíggjarnevndin í Løgtinginum hevur givið bráðfeingis játtan uppá fýra milliónir krónur at gera nýggjan kupil á Sornfelli.

Málið hevur skund, um kupilin skal skiftast í summar, og tað var ein samd nevnd, ið tók undir við málinum.

Við árslok 2013 yvirtók landsstýrið ognirnar hjá Færøernes kommando uttan viðurlag, herundir á Sornfelli. Ein kupil verður leigaður út til Naviair til 2028, tá ið danska verjan eftir ætlan skal leiga hann til ætlaða nýggja radaran.

Landsverk metir, at kupilin er í so ringum standi, at hann má skiftast. Tilboð er komið inn at gera nýggjan kupil, og tí verður arbeitt skjótt, so kupilin kann skiftast í summar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05032026_Kupil_a_Sornfelli

 

 

 

 

 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329