- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkrarøktarfrøðingar missa upp í 2000 kr. um mánaðin
07.10.2013 - 13:13
Innlendis›Samfelag
Sjúkrarøktarfrøðingar missa upp í 2000 kr. um mánaðin
Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar hava fingið lønarviðbótina í fleiri ár, men nú er hon tikin av

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar er farið í Gerðarættin við málinum.
Mynd: Savnsmynd
25 leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar hava mist eina lønarviðbót, sum er millum 1200 og 2000 kr. um mánaðin. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar er farið í Gerðarættin við málinum.
Snorri Fjalsbak, stjóri á Lønardeildini vil ikki gera samrøðu við kringvarpið, men sigur í stuttari viðmerking, at umrøddu sjúkrarøktarfrøðingar fáa eina leiðaraviðbót, og mett verður tí, at teir ikki hava rætt til førleikaviðbótina afturat
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














