Óluva í Gong: 12 fakfeløg hava stungið okkum í bakið

Óluva í Gong: 12 fakfeløg hava stungið okkum í bakið
Hóast Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar ikki hevur verið partur av samráðingunum, er felagið kortini fevnt av avtaluni um lønarkarmin, sum hini feløgini hava gjørt
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, er sera misnøgd við avtaluna um lønarkarmin, sum tey 12 fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava gjørt.
 
09.02.2026 - 13:16


- Vit føla okkum stungin í bakið av teimum 12 fakfeløgunum.

Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum hevur ilt við at góðtaka avtaluna um felags lønarkarm, sum 12 fakfeløg og fíggjarmálaráðið gjørdu í farnu viku.

Hóast felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum ikki hevur verið partur av samráðingunum, eru tey sambært grein 7 í avtaluni kortini fevnd av avtaluni um lønarkarmin.

 


Tá skrivað var undir lønarkarmin í Tinganesi í síðstu viku. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Óluva í Gong sigur, at felagið hjá sjúkrarøktafrøðingunum var boðið við til felags samráðingar, men felagið gjørdi beinan vegin greitt, at tað hevði ongan áhuga. 

Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fara til samráðingar um nýggjan sáttmála 26. februar, men Óluva í Gong sigur seg ikki vita, hvat samráðast skal um.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

09022026_Oluva_i_Gong

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952