Kári P. Højgaard: Eg eri fríkendur

bannari
08.10.2013 - 13:18
InnlendisPolitikkur
Kári P. Højgaard: Eg eri fríkendur
Fyrrverandi landsstýrismaðurin fegnast um niðurstøðuna í frágreiðingini frá Sjúrði Rasmussen, løgfrøðingi á Løgmansskrivstovuni

- Eg eri fríkendur, og øll misteinkiliggering og allur ivi, sum er sáddur í málinum um Eysturoyartunnilin, eru beind burtur í frágreiðingini.

Tað sigur Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður, um frágreiðingina frá Sjúrði Rasmussen, løgfrøðingini á Løgmansskrivstovuni, sum var almannakunngjørd fyrrapartin.

Hann sigur, at hetta er fyrsta óhefta kanning, sum er gjørd í hesum málinum. Alt er gjørt eftir besu ráðgeving, bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Kári P. Højgaard.

Eisini Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, er nøgdur við kanningina hjá sínum egna løgfrøðiliga ráðgeva.
 

Hoyr samrøðu, sum Óluva Zachariasen gjørdi við Kára P. Højgaard og løgmann, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815