Kunnu ikki nýta frágreiðingina

bannari
08.10.2013 - 19:10
InnlendisPolitikkur
Kunnu ikki nýta frágreiðingina
Kanningin hja Sjúrði Rasmussen er ikki oheft, sigur forkvinnan i landsstýrismalanevndini
Sirið Stenberg er forkvinna í landsstýrismálanevndini

Landsstýrismálanevndin kann ikki at brúka frágreiðingina, sum Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur, hevur latið løgmanni um handfaringina hjá Kára P. Højgaard av tunnilsmálinum. Tí kanningin er ikki óheft.
Tað sigur Sirið Steenberg, forkvinna í landsstýrismálanevndini.

Landsstýrismálanevndin kannar í løtuni partar av tunnilsmálinum. Hon kannar, um heimild var at lova Copenhagen Infrastructure Partners eina millión krónur, um sáttmálin ikki varð undirskrivaður fyri 1. september. Og so kannar hon eisini, um Kári P. Højgaard bar seg rætt at, tá hann ikki læt upplýsingar frá Landsverki í sambandi við ein fyrispurning í løgtinginum um Eysturoyartunnilin.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482