Eiga at taka sosial atlit at barnakonum

09.10.2013 - 09:17
InnlendisPolitikkur
Eiga at taka sosial atlit at barnakonum
Sjúklingaráðið hevur gjørt tilmæli í málinum um føðideildina á Suðuroyar sjúkrahúsi
Landsstýrismaðurin í heilsumálum skal taka støðu til tilmælið hjá landslæknanum um at niðurleggja føðideildina á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Landsstýrismaðurin má taka støðu til sosialu viðurskiftini hjá barnakonunum í Suðuroynni, áðrenn hann avger, um føðideildin í Suðuroynni skal niðurleggjast.

Tað sigur Sjúklingaráðið í tilmæli til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum.

Í hoyringarsvarunum til uppskotið taka sjúkrahúsini ikki beinleiðis støðu til, um tað er rætt ella skeivt at leggja føðideildina í Suðuroynni niður, men sjúkrahúsini havaviðmerkingar, bæði fyri og ímóti uppskotinum.

Hoyr samrøðu við Jákup N. Olsen, formann í Sjúklingaráðnum, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360