Mannligur sjúkrarøktarfrøðingur missir ikki viðbót

09.10.2013 - 15:40
InnlendisSamfelag
Mannligur sjúkrarøktarfrøðingur missir ikki viðbót
Hetta er eitt mistak, sigur sjúkrahússtjórin, sum er farin at kanna málið
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum er farin at kanna, um einasti mannligi, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur eisini skal missa førleikaviðbótina

Einasti mannligi sjúkrarøktarfrøðingurin í leiðandi starvi á Landssjúkrahúsinum hevur ikki mist serligu førleikaviðbótina, sum umleið 25 leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar kring landið - kvinnur - hava mist.

Eitt mistak, sigur sjúkrahússtjórin, sum er farin at endurskoða og kanna, um manligi sjúkrarøktarfrøðingurin eisini skal missa førleikaviðbótina. Hann vísir aftur, at Landssjúkrahúsið ger mun á monnum og kvinnum.

Leiðslan á landssjúkrahúsinum fór undir at endurskoða málið, tá Kringvarpið setti seg í samband við tey.

Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fór í vár í Gerðarrættin við málinum um mistu førleikaviðbótini hjá øllum teimum 25 sjúkrarøktarfrøðingunum, sum hava fingið fráboðanarskriv um, at tey missa førleikaviðbótina.

Gerðarrætturin viðger tó ikki spurningar um brot á javnstøðulógina - einans arbeiðsmarknaðarósemjur.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449