Krevja løggilding ella góðkenda útbúgving

10.10.2013 - 14:26
Innlendis›Politikkur
Krevja løggilding ella góðkenda útbúgving
Tingið hevur samtykt ríkislógartilmæli um at dagføra lógina um løggilding hjá heilsustarvsfólki
Rósa Samuelsen er forkvinna í løgtingsins trivnaðarnevnd

Øll, sum bjóða seg fram at hjálpa fólki í sálarligari neyð, eiga at hava løggilding ella góðkenda útbúgving.
 

Tað er umráðandi at tryggja, at bara fólk, sum hava løggilding ella góðkenda útbúgving, sleppa at viðgera fólk við sálarsjúku ella fólk, sum eru í kreppu.Tað heldur Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum.
Løgtingið hevur samtykt ríkislógartilmælið um at dagføra lógina um løggilding hjá heilsustarvsfólki. Lógin kemur í staðin fyri 35 gamlar kongaligar fyriskipanir. Tann elsta er frá 1935. Tann nýggjasta kom í 2005.

Heilsumálaráðið bað løgtingið seta í gildi ríkislógartilmæli, sum savnar allar ásetingar um løggildingar hjá heilsustarvsfólki í einari lóg. Danska lógin frá 2006 er lagað til føroysk viðurskifti

Hoyr samrøðu við Rósu Samuelsen, forkvinnu í trivnaðarnevndini, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037