Landsstýrismálanevndin útihýsir ikki at seta kanningarstjóra

bannari
11.10.2013 - 08:00
InnlendisPolitikkur
Landsstýrismálanevndin útihýsir ikki at seta kanningarstjóra
Eivin Jacobsen, limur í nevndini, sigur, at tað at Innlendismálaráðið er niðurlagt, hevur gjørt tað truplari at kanna embætisførsluna hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni

Longda freistin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni í innlendismálum, at svara landsstýrismálanevndini hjá løgtinginum í málinum um Eysturoyartunnilin, er úti í dag.

Verður niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini, at Kári P. Højgaard hevði ikki heimild at skriva undir endurgjaldsavtaluna við CIP, og hann hevur afturhildið upplýsingar fyri tinginum, so fer landsstýrismálanevndin eisini at kanna Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.

Tað staðfesti floksfelagin hjá løgmanni í landsstýrismálanevndini, Eivin Jacobsen, eftir at uppskotið um misálit á løgmann var felt í gjár. Hann vísir aftur, at landsstýrismálanevndin hevur útihýst møguleikan at seta ein kanningarstjóra at kanna tunnilsmálið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114