Norðmenn stovnað felag í Føroyum, sum skal útflyta fisk

Norðmenn stovnað felag í Føroyum, sum skal útflyta fisk
Faroese Seafood Company hevur heimstað á Óðinshædd 13 í Havn, har grannskoðaravirkið Januar er
Endamál felagsins er at fáast við keyp, sølu og útflutning av fiski. (Savnsmynd)
 
27.09.2024 - 08:22

Norska felagið Norwegian Seafood Company AS í Ålesund hevur stovnað partafelag í Føroyum.

Felagið eitur Faroese Seafood Company.

Tað fekk Skráseting Føroya at vita í gjár. Felagið var stovnað týsdagin. 

Felagið hevur heimstað á Óðinshædd 13 í Havn, har grannskoðaravirkið Januar er.

Í nevndini eru tríggir menn, sum allir búgva í Ålesund.

Teir eru Leif Birger Midtgård, sum er formaður, Roar Viddal Foss og Johnny André Lexau, sum eisini er stjóri.

Partapeningurin er 500.000. 

Endamál felagsins er at fáast við keyp, sølu og útflutning av fiski.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891