LGBT fegnast um uppskot at samkynd kunnu giftast

11.10.2013 - 14:07
InnlendisPolitikkur
LGBT fegnast um uppskot at samkynd kunnu giftast
Eiler Fagraklett, talsfólk fyri felagsskapin, er sannførdur um, at verður uppskotið samtykt, fáa samikynd í Føroyum somu rættindi sum onnur

Felagsskapurin LGBT fegnast um, at løgtingið nú hevur givið grønt ljós fyri uppskotinum, sum kann slóða veg fyri, at samkynd eisini sleppa at giftast í Føroyum.


Útvarpið hevur ikki sæð uppskotið, men sum skilst er eingin ætlan um at noyða føroyskar prestar at víga samkynd. Hvørki uppskotssetararnir ella felagsskapurin LGBT hevur nakað ynski um at troka seg inn í fólkakirkjuna.


Danskir miðlar hava longu víst málinum ans - ikki minst tí, at rættindi hjá samkyndum í Føroyum er danskt málsøki. Fleiri stórir danskir miðlar hava seinastu dagarnar vent sær til LGBT í Føroyum við fyrispurningum, sambært Eileri Fagraklett.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923