Føroyingur í jarðskjálvta í Filipsoyggjum

15.10.2013 - 14:17
InnlendisSamfelag
Føroyingur í jarðskjálvta í Filipsoyggjum
Jarðskjálvtin hevur kravt í minsta lagi 73 mannalív
Bárður Eklund er staddur í Filipsoyggjum, har jarðskjálvti hevur verið

Ein harður jarðskjálvti hevur rakt tríggjar oyggjar miðskeiðis í Filipsoyggjum. Í minsta lagi 73 fólk hava latið lív, og bygningar í hópatali eru lagdir oyði.

Í minsta lagi 15 fólk doyðu á væl umtóktu ferðamannaoynni, Cebu, har eisini næststørsti býur í Filipsoyggjum er. Á eini oyggj út fyri Cebu, Bantayan, er myndamaðurin Bárður Eklund staddur. Hann vaknaði av ristingunum í morgun.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687