Fluttur heim - fær onga venjing

17.10.2013 - 08:08
InnlendisSamfelag
Fluttur heim - fær onga venjing
Emil Bjarnaskor, sum er rørslutarnaður, flutti heim fyrst í september. Hann fær ikki tosað, men samskiftir við teldu

Fólk, ið verða illa rakt av blóðtøppi, verða ofta send til Danmarkar til endurvenjingar, tí ongar venjingarmiðstøðir ella heim eru til teirra í Føroyum. Tá tey koma heimaftur, noyðist Almannaverkið at seta serskipanir í verk til hvønn einstakan persón, tí onki samlað tilboð er.


Ein av teimum, ið hevur tørv á endurvenjing, er Emil Bjarnaskor. Emil fall fyri tveimum árum síðani í óvit við einum blóðtøppi í heilanum á Summarfestivalinum, og gjørdist rørslutarnaður frá hálsinum og niður.


Hann fær ikki tosað, men samskiftir við eini teldu. Emil flutti heim til Føroya 3. september í ár, men hann hevur onga venjing fingið enn.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472