Gingu meira hjá lækna í fjør

Gingu meira hjá lækna í fjør
Í miðal hevði hvør íbúgvi í landinum 3,5 viðtalur hjá kommunulækna. Sandoyingar gingu mest hjá lækna, vísir yvirlit hjá Hagstovuni
11 prosent fleiri vóru hjá kommunuækna í fjør enn árið fyri.
 
06.09.2021 - 11:20

Føroyingar høvdu munandi meira samband við kommunulæknar í fjør enn í fyrraárið. 

Talið av viðtalum í kommunulæknaskipanini í 2020 var 11 prosent størri enn árið fyri og 46 prosent størri enn  fýra ár frammanundan.

Tað skrivar Hagstovan.

Í miðal hevði hvør íbúgvi í landinum 3,5 viðtalur hjá kommunulækna.

Flestu viðtalur í Sandoynni

Flestu viðtalur fyri hvønn íbúgva vóru í Sandoynni, har miðaltalið var seks viðtalur fyri hvønn íbúgva. Í hinum endanum er Suðuroyggin, har miðaltalið var 2,9.

Hagtølini vísa eisini, at kvinnur brúka kommunulæknaskipanina munandi meira enn menn. Umleið 24.000 fleiri viðtalur vóru við konufólk enn mannfólk í 2020. Býtið er 56 prosent av viðtalum við konufólk og 44 prosent við mannfólk

Fyribyrgjandi viðgerðir ikki við

Uppgerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðgerðir, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum.

Samband við kommunulæknan í telefon ella á teldu er heldur ikki við í yvirlitinum.

Les meira um tølini frá Hagstovuni her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542