Útlendingar skulu vera limir í føroyskum fakfelag

04.11.2013 - 09:32
InnlendisSamfelag
Útlendingar skulu vera limir í føroyskum fakfelag
Handverkarar krevja, at útlendingarnir skulu vera fakfelagslimir, men landsstýrismaðurin er nøgdur, um teir arbeiða eftir føroyskum sáttmála

Útlendskir handverkarar, sum koma til Føroya at arbeiða, eiga at verða limir í føroyskum fakfelag.
 

Tað heldur Føroya Handverkarafelag.

Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, sigur, at eru útlendsku handverkararnir í føroyskum fakfelag, kann felagið hava eftirlit við, at teir fáa løn eftir føroyskum sáttmála og ikki undirbjóða føroyskar handverkarar.

Johan Dahl, landsstýrismaður, at tað verður einki krav, at útlendingar, sum arbeiða í Føroyum, skulu vera limir í føroyskum fakfelag. Men tað verður eitt krav, at teir arbeiða eftir føroyskum sáttmálum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112