Amøba staðfest í fýra alibrúkum

05.11.2013 - 10:27
Innlendis›Samfelag
Amøba staðfest í fýra alibrúkum
Havbúnaðarfelagið hevur ávarað um, at barlastvatn kann elva til nýggja sjúku, AGD, men tað er óvist, um amøban kemur haðani
Birna Mørkøre er landsdjóralækni, sum nú kannar, hvaðani amøban í alibrúkunum stavar

Amøban Neo para moeba pe ru rans er nú staðfest í fýra ymiskum alibrúkum í Føroyum.

Bakkafrost boðaði í farnu viku frá, at illgruni var um at amøban var í alibrúkinum í Fuglafirði, men nú er váttað, at amøban, sum kann elva til táknusjúkuna AGD, er staðfest í fýra ymiskum alibrúkum í Føroyum.

Havbúnaðarfelagið ávaraði longu fyri einum ári síðan um, at barlastvatn hjá skipum kundi elva til, at føroyska alvinnan fekk nýggja sjúku, AGD, at dragast við.

Havbúnaðarfelagið mælti til at skip fingu forboð fyri at tøma barlastvatn innanfyri 12 fjórðingar og at skip skuldu skifta barlastvatn uttanfyri 12 fjórðingar.

Hoyr Birnu Mørkøre, landsdjóralækna,  í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234