Støðan hjá Godafossi var hættislig

11.11.2013 - 10:31
Útheimurin
Støðan hjá Godafossi var hættislig
Støðan hjá Godafossi var hættislig, tí veðrið á leiðini var so vánaligt. Tað sigur Edvard Bjarnason er leiðari á MRCC

Klokkan 0900 fekk MRCC Tórshavn boð um, at eldurin umborð á íslendska farmaskipinum Godafossi er sløktur, og skipið heldur nú leiðina fram ímóti Íslandi.

Godafossur var staddur einar 75 fjórðingar vestan fyri Mykines, tá eldurin kyknaði.

Veðurvánirnar á staðnum vóru ikki nakað serligar í morgun. Útsynningur 15-20 m/s við ælingi og aldan væntast at fara upp í 6 metrar.

Støðan hjá Godafossi var hættislig, heldur Edvard Bjarnason er leiðari á MRCC.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542