Kanningarstjóri: Trupulleiki fyri fólkaræðið, verði eg vrakaður

bannari
29.11.2013 - 22:43
Innlendis›Politikkur
Kanningarstjóri: Trupulleiki fyri fólkaræðið, verði eg vrakaður
Annfinn V. Hansen, advokatur, sum skal kanna løgmann, arbeiðir eisini fyri løgmann. Tað staðfesti tíðindaportalurin In.fo í gjár

Í gjár kom fram, at Annfinn V. Hansen, advokatur, ið er útnevndur kanningarstjóri í málinum um Skálafjarðatunnilin, í næstum skal í rættin at umboða Løgmansskrivstovuna í sak móti Starvsmannafelagnum.

Løgmansskrivstovan er aðalráðið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni.

Sjálvt málið snýr seg um nøkur lønarkrøv hjá starvsfólkum í gamla Uttanríkisráðnum. Málið er gamalt, frá 2010.

Sjálvur sær Annfinn V. Hansen, advokatur, ongan gegnistrupulleika í, at hann arbeiðir fyri løgmann samstundis sum hann skal kanna løgmann.

Hoyr samrøðuna, Bogi Godtfred gjørdi við Annfinn V. Hansen, advokat, í tíðindunum fríggjakvøklið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392