Oljuleiting gevur 200-300 mió. kr. í ár

02.01.2014 - 12:54
Innlendis›Samfelag
Oljuleiting gevur 200-300 mió. kr. í ár
Statoil borar tveir brunnar, og íløgan er millum hálva aðru og tvær milliardir kr.

Føroyingar kunnu vænta sær sær einar 200-300 milliónir krónur í inntøku frá oljuleiting í ár.


Tað metir Jan Muller, stjóri í Føroya Oljuídnaðarbólki.


Inntøkurnar stava frá, at norska oljufelagið Statoil fer at bora tveir leitibrunnar í føroyskum øki. Íløgan er millum hálva aðru og tvær milliardir krónur, og hetta er størsta einstaka verkætlanin og íløgan nakrantíð í føroyskari vinnusøgu.


Og tað fer at síggjast aftur í føroyska búskapinum, sigur Jan Muller, sum eisini er stjóri á oljuportalinum oljan.fo
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342