Sjóvinnustýrið: Viðlíkahald verður ikki altíð gjørt eftir reglunum

Sjóvinnustýrið: Viðlíkahald verður ikki altíð gjørt eftir reglunum
Frágreiðingin um Ellinor avdúkar, at Sjóvinnustýrið hann sýna vatntættleikan betur
Sjóvinnustýrið hevur kannað, hví útróðrarbáturin Ellinor fór at leka og sakk.
 
12.01.2024 - 10:12

Royndir vísa, at ov lítið er skjalfest, tá útróðrarbátar, sum hava havt fleiri eigarar enn ein, verða umvældir, og viðlíkahald verður gjørt.

Ofta ger eigarin tað mesta sjálvur.

Og tað arbeiðið er ikki altíð eftir galdandi reglum hjá Sjóvinnustýrinum.

Millum tvey sýn verður ofta nýggj útgerð sett í bátar, og ótíðarhóskandi útgerð, sum er í ólagi, tikin úr bátinum. 

Hetta hevur mangan við sær, at gjøgnumføringar, sum til dømis kaðalar, rør, akslar og lúkur, verða gjørdar, sum ger vatntættleikan verri.

 

Ellinor sakk 8. november í fjør.

 

Frágreiðingin um Ellinor avdúkar, at Sjóvinnustýrið hann sýna vatntættleikan betur.

Vatntøtt høvuðsskott, vatntættar lúkur og inspektiónslemmar og veðurtættar hurðar kunnu fyribyrgja, at smábátar søkka ov skjótt.

Tað sigur Sjóvinnustýrið, sum hevur kannað, hví útróðrarbáturin Ellinor fór at leka og sakk.

Sjóvinnustýrið fer at seta meira fokus á hetta og serliga á kanadiskar bátar. 

Ellinor var bygd í Kanada.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065