- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gerðarrættur skal viðgera handilsstongsul
09.01.2014 - 14:31
Innlendis›Politikkur
Gerðarrættur skal viðgera handilsstongsul
Hoyr samrøðu við Bjørn Kunoy, løgfrøðiliga ráðgeva á Uttanríkistænastuni

Danmark bað í gjár heimshandilsfelagsskapin, WTO, um at seta gerðarrættin, sum skal viðgera handilsstongsulin hjá ES móti Føroyum.
Boykottið kom í gildi síðst í august í fjør. Áheitanin um at seta gerðarrætt verður viðgjørd 22. januar.
Landsstýrið bað í fjør Danmark, sum er limur í WTO, um at lata WTO viðgera boykottið hjá ES móti Føroyum.
Hoyr samrøðu við Bjørn Kunoy, løgfrøðiliga ráðgeva hjá Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni og leiðara í føroysku/donsku sendinevndini, sum førir málið móti ES í WTO, í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














