- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin stjórasáttmáli í bræði

<p>Hóast Fíggjarmálaráðið og BLF fyri nógvum árum síðani samdust um, at vert er et gera ein serligan sáttmála fyri almennar stjórar, er eingin slíkur sáttmáli komin enn. Og sambært Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum kemur hann ikki í bræði.</p>
<p>Fakfelagið hjá búskaparfrøðingum og løgfrøðingum vil millum annað hava greiðar reglur um fráfaringarsamsýningar, sigur Leivur Persson, formaður felagsins.</p>
<p>Á Lønardeildini siga tey, at ein stjórasáttmáli skal gerast, tá sáttmálasamráðingar eru. Hann verður ikki gjørdur mitt í einum sáttmálaskeiði.</p>
<p>Stjórasáttmálin hevur ikki verið á borðinum í teimum samráðingum, sum hava verið millum Lønardeildina og BLF seinastu árini. Og næstu samráðingar vera ikki fyrr enn næsta ár, tí BLF hevur sáttmála við Fíggjarmálaráðið til 1.oktober 2015.</p>
Sí eisini














