BankNordik, EIK og NS mugu ikki fara á heysin

17.02.2014 - 08:58
Innlendis
BankNordik, EIK og NS mugu ikki fara á heysin
BankNordik, Eik og Norðoya Sparikassi hava nú fingið heiti SIFI-stovnar, og tað merkir, at teir eru so stórir samanborið við bruttottjóðarúrtøkuna í Føroyum, at teir mugu ikki fara á húsagang. Annars hevur tað alt ov stórar avleiðingar fyri allan samfelagsbúskapin. 

SIFI-stovnar skulu lúka herd krøv, bæði tá ið ræður um kapitalbjálving, leiðslu og eftirlit. Nevndarlimir skulu hava serligar førleikar, og teir mugu ikki hava onnur størv.

Lógin um SIFI-stovnar er til viðgerðar í fólkatinginum í løtuni, og verður væntandi sett í gildi í Danmark 1. mars. Síðani verður hon sett í verk í Føroyum vð kongaligari fyriskipan, og krøvini til bankarnar verða sett í verk í stigum hetta til 2019.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at hann fegnast um, at føroyski bankageirin við hesum verður tryggari. Hann heldur, at herdu krøvini eru hóskilig, og at tey ikki fara at forða fyri búskaparvøkstri.

Jonhard Eliasen, búskaparfrøðingur, heldur lógina vera eitt framstig, men hon byrgir ikki fyri kreppum í framtíðini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037