Makrelur: ICES brúkar nýggjan leist

25.02.2014 - 13:29
InnlendisSamfelag
Makrelur: ICES brúkar nýggjan leist
Fiskifrøðingarnir vrakaðu sjálvir modellið, tí tað kann ikki brúkast longur
Jan Arge Jacobsen er deildarleiðari á Havstovuni

Eingi nýggj tøl frá fiskifrøðingum koma á borðið, tá samráðingarnar um makrelin verða tiknar upp aftur fyrst í næstu viku.

ICES viðgjørdi makrelin alla síðstu viku. Og tá metingin fyri 2015 verður gjørd, verður tað eftir einum nýggjum leisti, tí tann, sum varð brúktur í fjør, kann ikki brúkast.

Fiskifrøðingarnir vrakaðu sjálvir modellið, sum teir hava brúkt higartil.

Tilmælið fyri 2015, tað fyrsta, sum verður gjørt eftir nýggja leistinum, kemur fyrst í oktober. Í 2014 halda fiskifrøðingarnir tað ikki vera ráðiligt at fiska meira enn knappliga 900.000 tons av makreli.

Hoyr Jan Arge Jacobsen, deildarleiðara á Havstovuni, í útvarpstíðindunum. Hann var við, tá ICES gjørdi eitt nýtt modell fyri makrelin:




 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558