- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðssteðgur rakar ikki alivinnuna
06.05.2014 - 10:25
Innlendis›Vinna
Arbeiðssteðgur rakar ikki alivinnuna
Arbeiðsgevararnir eru serliga fegnir um sersáttmálan fyri alivinnuna, hóast hann kostar vinnuni 15 prosent

Marita Rasmussen er stjóri í Vinnuhúsinum
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, er hampuliga væl nøgd við sáttmálan, sum arbeiðsgevararnir og arbeiðarafeløgini skrivaðu undir í nátt. Hann er hægra lagi, men tað er prísurin fyri arbeiðsfrið, sigur hon.
Arbeiðsgevararnir fegnast serliga um sersáttmálan fyri alivinnuna, sum tryggjar, at arbeiðssteðgur ikki rakar vinnuna.
Hoyr samrøðu, sum Solby Christiansdóttir gjørdi við Maritu Rasmussen í útvarpstíðindunum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV















