Løgmaður: Politikarar skulu ikki kanna seg sjálvar

bannari
16.06.2014 - 08:13
Innlendis›Politikkur
Løgmaður: Politikarar skulu ikki kanna seg sjálvar
Reglan verður endurskoðað, tí tað er partur av arbeiðnum at gera nýggja stjórnarskipanarlóg, sigur Kaj Leo Hom Johannesen

Stýrisskipanarlógin eigur at verða broytt soleiðis, at politikarar ikki kanna og viðgera seg sjálvar.

Tað ásannar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, eftir at nakrir av løgfrøðingunum, sum vóru við til at skriva stýrisskipanarlógina fyri 22 árum síðani, finnast at, at politikararnir hava eftirlit við sær sjálvum.

Úrslitið er, at einki fær avleiðingar fyri landsstýrisfólk.

Men løgmaður heldur tó onga orsøk vera at seta eina nýggja kommissión at endurskoða stýrisskipanarlógina, tí hetta tað er ein partur av arbeiðinum við einari nýggjar stjórnarskipanarlóg fyri Føroyar - eitt arbeiði, sum byrjaði fyri 14 árum síðani.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213