Einki kolvetni í Brugduni

27.06.2014 - 07:59
InnlendisSamfelag
Einki kolvetni í Brugduni
Brunnurin verður nú tiptur og frágingin

Boringin av Brugdan ll brunninum er liðug, og kolvetni vórðu ikki staðfest í brunninum. Tað boðar Statoil frá í morgun.

Borað varð niður á 4.542 metrar.

Byrjað varð at bora brunnin, ið liggur 70 fjórðingar í ein landsynning úr Føroyum, í mai 2014. Boripallurin West Hercules boraði brunnin á 450 metra dýpi.

Hetta er annar brunnurin, ið er boraður á loyvi 006. Loyvið er umleið 580 ferkilometrar til støddar.

Statoil hevur verið virkið í Føroyum síðani ár 2000. Statoil hevur fýra leitiloyvir og er fyristøðufelag í øllum fýra loyvunum.

Feløgini í loyvi 006 eru: Statoil 35% (fyristøðufelag), ExxonMobil 49%, OMV 15% og Atlantic Petroleum 1%.

West Hercules setir í næstum kós móti loyvi 008 fyri at bora brunnin Súla/Stelkur, har Statoil eisini er fyristøðufelag.

Brunnurin Brugdan 2 verður nú tiptur og frágingin, upplýsir Statoil.

 

Mynd: Rúni M. Hansen er leitistjóri í Statoil

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763