Realkredittlán: Bíða eftir tilmæli

30.06.2014 - 08:14
InnlendisSamfelag
Realkredittlán: Bíða eftir tilmæli
Enn er ógreitt, hvat Kappingarráðið fer at gera við frágreiðingina hjá Kappingareftirlitinum um realkredittlánini hjá føroysku peningastovnunum

- Vit bíða eftir einum tilmæli frá Kappingareftirlitinum, sigur Heri Joensen, formaður í Kappingarráðnum.

Kappingareftirlitið almannakunngjørdi fríggjadagin eina kanning av realkredittlánum á sethúsamarknaðinum í Føroyum. Niðurstøðan í kanningini er, at føroyskir brúkarar mugu gjalda millum 5.000 og 12.000 kr meira um árið í realkredittlánum, tí ov lítil kapping er.

Kappingarráðið skal avgera, hvørja avleiðing hetta fær fyri peningastovnarnar, men fyrst skal ráðið hava eitt tilmæli frá kappingareftirlitinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810