Geva sær ikki far um, hvussu nógv verður drukkið

04.07.2014 - 13:44
InnlendisSamfelag
Geva sær ikki far um, hvussu nógv verður drukkið
Fólkaheilsuráðið er farið undir átak, sum er ætlað teimum, ið drekka í meira lagi

Miðalnýtslan í Føroyum er 6,6 litrar av reinum alkoholi um árið, og sambært Páli Weihe, formanni í Fólkaheilsuráðnum, liggja Føroyar væl fyri samanborið við onnur lond í heiminum - eisini í Norðurlondum.

Einki mark er fyri skaða av rúsdrekka, sigur Pál Weihe, og kanningin er ætlað teimum, sum kunnu fáa ringa heilsu av støðugari nýtslu at rúsdrekka.

Fólkaheilsuráðið vísir á, at summi geva sær ikki far um, hvussu nógv tey í veruleikanum drekka, og tí er tað neyðugt at telja alt saman á ein skipaðan hátt.

 

Mynd: Pál Weihe er formaður í Fólkaheilsuráðnum 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459