- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kultura

Havnarkórið, ið byrjaði sum útvarpskór, fyllir 60 ár. Leif Hansen, kórleiðari hjá kórinum, greiðir frá um upprunan, leiðina hjá kórinum og visiónirnar í dag.
Um vikuskifti hevur Føroya Symfoniorkestur várkonsertir í Norðurlandahúsinum og í Varpinum. Catherine Larsen-Maguire, nýggi dirigenturin, stendur á odda fyri orkestrinum fyri aðru ferð.
Eisini spælir Aksel Remmel, klaverleikari, fyri fyrstu ferð eina heila klaverkonsert saman við symfoniorkestrinum. Vit tosa við Cahterine og Aksel.

Kultura
Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.
Lagt til rættis: Lív Mikkelsen.
Eyðkennismerki: Høgni Egholm Magnussen.
