- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin politikkur og eingin fiskivinnunýskipan
30.07.2014 - 08:21
Innlendis›Politikkur
Eingin politikkur og eingin fiskivinnunýskipan
Eingin nýggjur politikkur, einki, sum kom óvart á tey, sum hoyrdu Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, í løgtinginum í gjár.
Tað heldur Árni Gregersen, journalistur og viðmerkjari, sum skrivar um politikk á heimasíðuni ting.fo. Útvarpið tosaði við hann í gjár um røðuna hjá løgmanni.
Árni Gregersen ivast í, um fiskivinnunýskipanin, sum samgongan hevur tosað um rættiliga leingi nú, kemur í hesum valskeiðinum:
Árni Gregersen sigur, at sambært ólavsøkurøðuni er løgmaður nøgdur við tað, sum er hent seinasta árið. Hann torir ikki at lova politiskar broytingar, nú í mesta lagi 15 mánaðir eru til løgtingsval.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV