Bill Justinussen: Fiskidagaskipanin spælt fallitt

06.08.2014 - 11:26
InnlendisPolitikkur
Bill Justinussen: Fiskidagaskipanin spælt fallitt
Landsstýrismaðurin eigur einsamallur at hava ábyrgdina, heldur tingmaður í Miðflokkinum

Fiskidagaskipann, har løgtingið ásetur fiskidagarnar á hvørjum ári, hevur spælt fallitt.

Tað heldur Bill Justinussen úr Miðflokkinum.

Hann var bersøgin, tá hann hevði orðið í tinginum fyrrapartin undir fyrstu viðgerð av fiskidøgunum næsta ár.

Bill Justinussen segði, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur at hava alla ábyrgdina, tí løgtingið kemur ikki til røttu niðurstøðurnar. Hann segði, at útflutningsvirðið av botnfiski er minkað niður í einki, men eingin løgtingsmaður kann ábyrgjast fyrii tað, sum hevur hent.

Hoyr Bill Justinussen í tinginum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk 28.mai 2026
208557
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457