Heilsuhús skal umsita eldraøkið

06.08.2014 - 10:58
Innlendis›Politikkur
Heilsuhús skal umsita eldraøkið
Tórshavnar kommuna umskipar bygnaðin í heilsu- og umsorganartænastuni

Ein nýggjur bygnaður í heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu er gjørdur, nú kommunan skal yvirtaka eldraøkið, og tað merkir, at allir stovnar á eldraøkinum skulu savnast í trimum eindum: í einum Heilsuhúsi og í tveimum integreraðum eindum.

Leiðararnir á hesum trimum eindunum skulu saman standa á odda fyri øllum tilboðunum til eldri borgarar í Tórshavnar kommunu.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at hóast tríggir yvirskipaðir leiðarar nú skulu setast á eldraøkinum, so missa verandi leiðarar á ymsu stovnunum ikki starvið. Talan verður helst um, at deildarleiðarar verða á stovnunum, sigur borgarstjórin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423