Varðhaldsfongsling fyri skuldseting um drápsroynd longd

Varðhaldsfongsling fyri skuldseting um drápsroynd longd
Maðurin, sum er útlendingur, er skuldsettur fyri at stinga ein føroyskan mann í bringuna við knívi 
Føroya rættur.
 
17.01.2025 - 10:03

Varðhaldsfongslingin hjá einum manni, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Skálafirði 20. november í fjør, er longd fýra vikur.

Tað var gjørt í morgun uttan rættarfund, tí maðurin góðtók sjálvboðin, at varðhaldsfongslingin var longd.

Maðurin, sum er útlendingur, er skuldsettur fyri at stinga ein føroyskan mann í bringuna við knívi. 

 

Smugling

Varðhaldsfongslingin hjá fýra fólkum, sum nú eru skuldsett fyri at smugla 23 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini til Føroya, er eisini longd. 

Tey komu á Havnina við seglbáti. Politiið tók tey 29. august í fjør.

Seinast, tað var beint fyri jól, tá varðhaldsfongslingin var longd, kærdi tann eini avgerðina hjá Føroya rætti til Landsrættin.

Tað gjørdi hann eisini í morgun.

 

Fyri rættin í mars

Eystari landsrættur viðger ikki kærurnar fyri 27. januar. Og maðurin skal vera í varðhaldinum í hvussu so er til tá.

Føroya rættur viðger sakarmálið í fyrstu viku í mars.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439